Fólkaatkvøða verður í Danmark triðja desember

21.08.2015 - 18:34
Útheimurin
Fólkaatkvøða verður í Danmark triðja desember
Danir skulu atkvøða, um Danmark skal broyta rættarfyrivarni mótivegis ES, - fyrivarni, sum stava frá fólkaatkvøðuni í 1992

Danska stjórnin vil hav heimild til at seta í verk tilvalsskipan, har Fólkatingið leypandi kann samtykkja, hvørji øki innan rættarsamstarvið við ES, Danmark vil verða við í.

Broytingin er átroðkandi, tí rættarfyrivarnið hjá Danmark kunnu m.a. viðføra, at danska løgreglan um skamma stund verður blakað úr evropiska løgreglusamstarvinum, EuroPol.

Tað sigur Rikke Albrechtsen, ES-korrespondentur hjá Altinget.dk í Brússel. Hoyr samrøðu við Rikke.

Kanna málið

Á løgmansskrivstovuni í Tinganesi hava fólk, sum arbeiða við lógarmálum, arbeitt við spurninginum, men enn er ov tíðliga at siga nakað, verður sagt á løgmansskrivstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947