Vance verður vertur fyri fundin í Hvítu húsunum

Vance verður vertur fyri fundin í Hvítu húsunum
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, vóru á fundi við uttanríkispolitisku nevndina í fólkatinginum fyrrapartin
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, á tíðindafundi fyrrapartin
 
13.01.2026 - 13:50

Amerikanski varaforsetin, J.D.Vance, verður vertur fyri fundin við Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra, og Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum í Grønlandi i morgin. Og fundurin verður Hvítu húsunum.

Tað upplýsti Lars Løkke Rasmussen eftir fund við uttanríkispolitisku nevndina í fólkatinginum fyrrapartin.

Upprunaliga var ætlanin, at bara Marco Rubio, uttanríkisráðharri, skuldi hitta Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt, men nú er greitt, at varaforsetin, J.D. Vance, skal vera vertur, og tí verður fundurin í Hvitu húsunum.

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, upplýsti eftir fundin við uttanríkispolitisku nevndina, at hann fer at hitta Nato-aðalskrivaran, Mark Rutte, mánadagin um Arktis, og Vivian Motzfeldt verður eisini við á hesum fundinum.

Sí videobrot við Lars Løkke Rasmussen og Troels Lund Poulsen her:

 

LOKKE_TROELS

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329