Evropa slær manngarð um Grønland

Evropa slær manngarð um Grønland
Ríkis- og stjórnarleiðararnir í evropeisku londunum hava skrivað undir felags yvirlýsing
Tað eru Danmark og Grønland - og bara tey - sum eiga avgerðina í málum um Danmark og Grønland, stendur í yvirlýsingini frá stóru londunum í Evropa.
Mynd: Sermitsiaq  
 
06.01.2026 - 13:37

Evropa slær nú manngarð um Grønland.

Tað gera fleiri av stóru londunum í Evropa greitt í felags yvirlýsing fyrrapartin.

Í yvirlýsingini stendur, at trygdin í Arktis hevur hægstu raðfesting fyri Evropa, og hon er avgerandi fyri altjóða og trans-atlantisku trygdina.

Víst verður á, at hetta samsvarar við raðfestingarnar hjá verjusamgonguni NATO, og evropeisku londini eru longu farin at raðfesta Arktis.

Í felags yvirlýsingini frá Fraklandi, Týsklandi, Italia, Póllandi, Stórabretlandi, Danmark og Grønlandi, stendur soleiðis:

- Vit, eins og nógv av okkara sameindu, eru meira sjónlig í Arktis, og vit hava gjørt stórar íløgur fyri tryggja og verja Arktis. Kongsríkið Danmark, íroknað Grønland, er partur av NATO. Trygdin í Arktis skal tí fremjast í felagsskapi, í samstarvi millum NATO-lond, eisini USA. Tað skal gerast við støði í prinsippunum hjá ST um suverenitet, territorialan integritet og treytaleysari virðing fyri landamørkum. Hetta eru altjóða prinsipp, sum vit altíð vilja verja. 

 

Avgerandi samstarvsfelagi

Í felags yvirlýsingini vísa evropeisku londini eisini á leiklutin hjá USA.

- USA er ein avgerandi samstarvsfelagi í hesum átaki, bæði sum NATO-sameindi og gjøgnum verjuavtaluna millum Danmark og USA frá 1951. 

Yvirlýsingin endar við hesum orðum:

- Grønland hoyrir til grønlendska fólkið. Tað eru Danmark og Grønland - og bara tey - sum eiga avgerðina í málum um Danmark og Grønland.

Ríkis- og stjórnarleiðararnir í evropeisku londunum hava skrivað undir felags yvirlýsingina, sum er almannakunngjørd fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858