Happing: Deyðshóttan skrivað á myndina

21.09.2015 - 13:26
Innlendis›Samfelag
Happing: Deyðshóttan skrivað á myndina
Nanna Bjarnarson rópar neyðarróp á Facebook, tí dóttirin verður so illa happað

- Okkara foreldrahjørtu gráta!

Eftir fýra strævin ár við happing kom so dagurin, har happing fór frá at vera happing til reinan óndskap.

Soleiðis skrivar Nanna Bjarnarson á Facebook, eftir at 14 ára gamla dóttirin kom heim úr skúla við við eini mynd av sær, har ein deyðshóttan varð skrivað á.

Skúlastjórin á Sandoyar Meginskúla, Hansa Glerfoss, vísir aftur, at einki er gjørt fyri at steðga happingini. Hon sigur, at málið er torført at loysa, tí skúlin veit ikki, hvør happar.

Hoyr samrøðu við Nannu Bjarnarson og Hansu Glerfoss í útvarpstíðindunum.
 

 

Mynd: Deyðshóttan varð skrivað á myndina (mynd av Facebook-vanga hjá Nannu Bjarnarson)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025