Broyta ikki siðvenju við munnligari grundgeving

24.09.2015 - 09:24
InnlendisSamfelag
Broyta ikki siðvenju við munnligari grundgeving
Tá fylgjari ikki sleppur av landinum við sjúklingi, skal tað grungevast skrivliga, sigur Løgtingins umboðsmaður, men tað vil Landssjúkrahúsið ikki

Landssjúkrahúsið kann ikki uttan nakra grundgeving nokta sjúklingum at hava onkran við sær, tá tey noyðast av landinum til viðgerðar.

Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Landssjúkrahúsið broyta siðvenju og geva sjúklingum, sum ikki fáa nakran at fylgjast við sær av landinum, skrivliga grundgeving fyri at nokta.

- Eg haldi, at tað er sera átaluvert, at Landssjúkrahúsið, hóast fleiri áheitanir frá Føroya Kærustovni, ikki hevur gjørt nakra roynd at bøta um hesi viðurskifti, sigur Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður.

Sambært Heilsumálaráðnum er siðvenjan hjá Landssjúkrahúsinum at geva munnliga grundgeving, - og bara skrivliga, tá biðið er um tað.

Kærustovnurin sigur, at hann ofta hevur gjørt Landssjúkrahúsið vart við, at tað er óheppið fyri kæruviðgerðina, at avgerðirnar eru munnligar, tað seinkar viðgerðini.

Men hóast niðurstøðan í hesum eina kærumálinum verður tikin til eftirtektar, tí Landssjúkrahúsið viðurkennir, at talan rætt og slætt var um eitt mistak, so fer Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, ikki at broyta siðvenjuna við munnligum grundgevingum.

Hoyr samrøðu við Johnny í Grótinum í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523