- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rósa Maria frumframførd um 14 dagar
26.10.2015 - 10:34
List›Leiklist
Rósa Maria frumframførd um 14 dagar
Venjingin gongur strúkandi og alt verður klárt 11. november, siga Michael Koba, samskipari og Jónleif Jensen, tónasmiður

Dramakonsertin "Rósa Maria" byggir á søgu hjá føroyska rithøvundanum Jens Paula Heinesen, við sama heiti.
Fleiri ymiskar lagnur í Havn verða flættaðar saman í eitt nútímans drama um svik, sorg, kærleika, kæti, tráan og trongd. Unga gentan Rósa Maria stendur í miðjuni. Vit fylgja stríði hennara at mennast til eina búna kvinnu í eini torførari tíð.
Bergur Rasmussen hevur skrivað tekstirnar, og Jónleif Jensen hevur smíðað og lagt øll løgini til rættis í dramakonsertini. Tónleikaliga spennir Jónleif víða til leikin, rock, pop, klassiskt, musical, funk, singer-songwriter, balladir, rap... Rósa Maria hevur alt.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














