Sambandsflokkurin vil hava serlóg fyri samkynd

16.04.2016 - 09:52
Innlendis›Politikkur
Sambandsflokkurin vil hava serlóg fyri samkynd
- Neyðugt er eisini at virða tey, ið ikki vilja broyta hjúnabandslógina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen frá samdandsflokkinum

Sambandsflokkurin ætlar at leggja uppskot fyri løgtingið, so samkynd kunnu ganga saman í skrásett parlag. Á tann hátt ber til at sleppa undan broytingum í hjúnabandslógini, sum harður orðadráttur hevur verið um.

LGBT hevur víst aftur uppskotinum um at gera serlóg fyri samkynd.

Men Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur tað tó vera eitt skilagott hugskot at gera serlóg fyri samkynd.
- Neyðugt er eisini at virða tey, ið ikki vilja broyta hjúnabandslógina, sigur hann.

Trupult at fáa uppskotið fyri løgtingið
Tað hevur ikki eydnast Sambandsflokkinum at fáa neyðugu undirtøkuna fyri at leggja uppskotið fram. Freistin at leggja uppskot fyri tingið í hesi tingsetuni var úti 7. mars, og tí skulu 17 undirskriftir til fyri at uppskotið kann vera lagt fram, eftir at freistin er farin.
Andstøðan telur bara 16 tingfólk, men eingin í samgonguni hevur higartil skrivað undir, og tí vantar framvegis ein undirskrift í, áðrenn uppskotið kann verða lagt fyri tingið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809