Eldraøkið: Trupult at broyta fíggingarleistin

20.04.2016 - 09:28
InnlendisPolitikkur
Eldraøkið: Trupult at broyta fíggingarleistin
Kommunur vísa á, at yvirtøkan av eldraøkinum er ein fíggjarlig byrða, men stjórin í Kommnunufelagnum væntar, at tað verður trupult at broyta leistin

Misjavnt er, hvat kommunurnar í teimum ymsu økjunum fíggjarliga fáa burtur úr samstarvinum um heimatænastuna á eldraøkinum, men tað ber illa til at broyta tað nú, sigur stjórin í Kommunufelagnum.

Bæði Vestmanna kommuna og Fámjins kommuna hava víst á, at yvirtøkan av eldraøkinum er ein fíggjarlig byrða, sum kann fáa avleiðingar fyri onnur øki í kommununum.

Eyðun Christansen, stjóri í Kommunufelagnum, væntar, at tað verður torført at broyta leistin fyri, hvussu pengarnir frá landinum verða býttir.

2. mai fer Kommunufelagið á fund við landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, har møguligar loysnir skulu viðgerast, so summar kommunur ikki fáa eina meirútreiðslu av yvirtøkuni av eldraøkinum.
 

 

Mynd: Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132