Radarin

Radarin: Fólkaræðið skal flytast nærri fólkinum
19-05-2016
Tað er ætlanin við nýggju stýrisskipanini - og tað ætla tey í Bretlandi, nú fólkaatkvøða verður tann 23. juni

Við nýggju stýrisskipanini, sum skal samtykkjast næsta ár, skal vera lættari at senda politisk mál til fólkaatkvøðu.

Hugskotið er ikki nýtt. Í álitinum um føroyska stjórnarskipan, sum var latin landsstýrinum tann 22. desember 1993, var ein grein 16 um minnilutaverju, har ein triðingur av løgtingslimum kundi biðja løgtingsformannin um fólkaatkvøðu um eitt lógaruppskot. 

Ásetingin varð seinni tikin burtur. Ein grundgeving var, at ein minniluti skuldi ikki hava so fast tak á einum meiriluta í einum fólkavaldum tingi. Tað var eisini sagt, at tingfólk eru vald at taka avgerðir vegna fólki. Vandin við hesari minnilutaverjuni var, at lógararbeiðið bleiv blokerað.

Men nú skal ásetingin vera við í nýggju stjórnarskipanini.

Stjórnmálafrøðingurin Regin Berg heldur, at hugskotið er gott.

- Henda ásetingin kann hava við sær, at tá politiska mál verða fyrireikaði, verður tú noyddur til at grundgeva fyri uppskotinum og finna eina semju, sigur hann. 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, heldur, at tað kann elva til, at politiska skipanin verður minni virkisfør.

- Soleiðis, sum samgongan og andstøðan hava virkað í Løgtinginum, er vandi fyri, at annaðhvørt mál fer til fólkaatkvøðu, sigur hann.

 

Bretar skulu taka støðu

Í Bretlandi skal fólkaræðið eisini flytast nærri fólkinum. Tað halda tey, sum vilja hava Bretland burturúr ES.

- Bretar halda heilt einfalt, at innflytarapolitikkurin í Evropa er miseydnaður, sigur Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur, sum tekur saman um valstríðið til fólkaatkvøða tann 23. juni.

Áki Johansen, sendimaður í London, vísir á, at gera bretar burturúr evropeiska felagsskapinum uttan at vera í tollsamgongu við ES, kann tað bera við sær, at Føroyar skulu gera handilsavtalu við Bretland.

Teir, sum luttaka í sendingini, eru: Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Jógvan á Lakjuni, tingformaður fyri Fólkaflokkin, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Sólvit Nolsø, stjórnmálafrøðingur, Áki Johansen, sendimaður í London, og Bjarni í Liða, búskaparfrøðingur.

 

 

 

 

 

 

 

 

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.

Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 

Prát við politisku ungmannafeløg um politiskt virksemi.
01-05-2019
Í meðal fáa 130 føroyingar heilaskaða um árið. Vil illa til, verður øll tilveran vend á høvdið og familjur syndrast
03-04-2019
Tað er trupult hjá ES at missa Bretland, tí landið hevur stóran búskaparligan týdning fyri ES, sigur Elin Mortensen, sendikvinna í Brússel
28-03-2019
Radarin hesuferð er um føroysku fólkatingumboðanina
20-03-2019
Bygdaleiðir skulu verða grønari, og býarbussarnir í Tórhavnar kommunu skulu koyra við reinari orku
06-03-2019
Í nógvum bygdum standa húsini tóm meginpartin av árinum. Skulu treytir setast, tá hús verða keypt?
13-02-2019
FNU, Ringrás, Reyði Krossur og trý politisk ungmannafeløg krevja, at Løgtingið tekur veðurlagsbroytingarnar í álvara
06-02-2019
Skipanin er greiðari um øll ábyrgd fyri almennum byggiverkætlanum liggur hjá einum ráði, heldur stjórin á Løgmannskrivstovuni
30-01-2019
Politikarar og Tryggingareftirlitið fara at halda eyga við úrslitunum hjá føroysku pensjónsfeløgunum næstu tíðina.
23-01-2019