Fjarhitafelagið kundi ikki vátta grøna orku

bannari
19.08.2016 - 13:16
InnlendisTøkni
Fjarhitafelagið kundi ikki vátta grøna orku

Tað hevur ikki eydnast Fjarhitafelagnum at sannføra Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, og ráðgevum hennara um, at Fjarhitafelagið letur grøna orku.

Samgonguskjalið bindur landsstýrið til at hita nýggjar almennar bygningar við grønari orku.

Jarðhiti er grøn orka. Tí er jarðhitin valdur, hóast hann kostar 13,4 mió. kr., og fjarhitin kostar einki í íløgum.

Rigmor Dam hevur heldur onga vissu fingið fyri, at Glasir kann fáa fjarhita longu næsta ár.

Landsverk, sum er byggiharri, hevur saman við Boga Bech Jensen, professara í orkuverkfrøði, rektara á Glasi og formanni í bygginevndini, mælt landsstýriskvinnuni til at brúka jarðhita.

Tað sama ger Umhvørvisstovan í einum uppriti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904