Íløgurnar líka stórar sum í 2008

02.09.2016 - 08:31
InnlendisPengar
Íløgurnar líka stórar sum í 2008
Í ár og næsta ár ætla land og kommunur at gera íløgur fyri tríggjar milliardir krónur

Íløgurnar hjá landi og kommunum eru líka stórar nú sum í 2008, árið, sum heimsbúskapurin kom í vandasjógv.

Men formaðurin í Búskaparráðnum vil tó ikki samanbera 2008 og 2017.

Spurningurin er hinvegin, um ikki nakrar íløgur kunnu bíða.

Og kommunurnar eiga at fáa eitt íløguloft, eitt hámark fyri, hvussu nógvar pengar, tær kunnu brúka til íløgur um árið.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, vil ikki hava løgtingið at leggja loft á íløgurnar hjá kommununum.

Tað loftið skal finnast í samráðingum við Kommunufelagið, sigur hon.

Í ár og næsta ár ætla land og kommunur at gera íløgur fyri tríggjar milliardir krónur. Kommunurnar eiga størra partin.

 

Hoyr samrøðu við Sverra Hansen, formann í Búskaparráðnum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252