Radarin

Radarin: Fólkaatkvøða í 2017 um stjórnarskipan
14-09-2016
Løgmaður vil hava víða semju um stjórnarskipanina, men hann er til reiðar at leggja uppskotið til fólkaatkvøðu uttan allar teir stóru flokkarnar

Ein føroysk stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Tað er ein av ásetingunum í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu. Fólkaatkvøða skal vera um eina nýggja stjórnarskipan í 2017.

Uppskotið byggir á stjórnarskipanaruppskotið frá 2010, sum hevur verið á tingið tvær ferðir uttan at koma úr nevnd aftur – fyrst í 2010 og so í 2011.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, vónar kortini, at ein víð semja fæst í lag hesa ferð, men tað valdast, um tað eydnast at fáa semju millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin um orðingarnar í formælinum til lógina.

Í 2011 vildi Tjóðveldi ikki taka undir við uppskotinum, tí ein orðing í formælinum staðfesti, at vit virða galdandi reglur, lógir og stjórnarsáttmálar. Tá tók Sambandsflokkurin undir við uppskotinum, sum ongantið kom úr nevnd.

Spurningurin er, um tað eydnast løgmanni at finna eina orðing, sum allir partar kunnu góðtaka, so uppskotið kann berast í tingið. Hetta skal helst gerast í seinasta lagi í november, skal tað eydnast at senda uppskotið til fólkatkvøðu í 2017, tí tað skal viðgerast í eini §25-nevnd í nakrar mánaðir, og síðani skulu ganga seks mánaðir, áðrenn lógin kann fara til fólkaatkvøðu.

Í hesum Radaranum kanst tú hoyra eina longri samrøðu við løgmann um, hví vit skulu hava eina stjórnarskipan, hvørjar ásetingar hon millum annað hevur, og kjakið millum formannin í Sambandsflokkinum, Bárð Nielsen, formannin í Tjóðveldi, Høgna Hoydal, og Poul Michelsen, formann í Framsókn.

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.

Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 

Prát við politisku ungmannafeløg um politiskt virksemi.
01-05-2019
Í meðal fáa 130 føroyingar heilaskaða um árið. Vil illa til, verður øll tilveran vend á høvdið og familjur syndrast
03-04-2019
Tað er trupult hjá ES at missa Bretland, tí landið hevur stóran búskaparligan týdning fyri ES, sigur Elin Mortensen, sendikvinna í Brússel
28-03-2019
Radarin hesuferð er um føroysku fólkatingumboðanina
20-03-2019
Bygdaleiðir skulu verða grønari, og býarbussarnir í Tórhavnar kommunu skulu koyra við reinari orku
06-03-2019
Í nógvum bygdum standa húsini tóm meginpartin av árinum. Skulu treytir setast, tá hús verða keypt?
13-02-2019
FNU, Ringrás, Reyði Krossur og trý politisk ungmannafeløg krevja, at Løgtingið tekur veðurlagsbroytingarnar í álvara
06-02-2019
Skipanin er greiðari um øll ábyrgd fyri almennum byggiverkætlanum liggur hjá einum ráði, heldur stjórin á Løgmannskrivstovuni
30-01-2019
Politikarar og Tryggingareftirlitið fara at halda eyga við úrslitunum hjá føroysku pensjónsfeløgunum næstu tíðina.
23-01-2019