#kv2016: Pláss ikki fyri øllum virkseminum

bannari
27.10.2016 - 10:09
InnlendisPolitikkur
#kv2016: Pláss ikki fyri øllum virkseminum
Útflutningvirði fyri tríggjar milliardir fóru um bryggjukantin í Fuglafirði í fjør, og tað verður tað sama í ár. Havnarfútin vil hava longri bryggju

Vinnan hevur tað so gott í Fuglafirði, at pláss er ikki fyri øllum virkseminum í Fuglafjarðar Havn.

Útflutningvirði fyri tríggjar milliardir krónur fóru um bryggjukantin í Fuglafirði í fjør, og tað verður tað sama í ár. Tað ger Fuglafjarðar havn til størstu útflutninghavn í landinum.

Nógva virksemið ger, at tað til samans eru 900 størv í Fuglafjarðar Kommunu. Men í kommununi búgva bara 700 arbeiðsfør fólk, tí koma fólk úr øðrum kommunum til Fuglafjarðar at arbeiða.

Valbussurin hjá Kringvarpinum er á ferð um landið undan kommunuvalinum. Mikudagin varð steðgað á í Fuglafjarðar kommunu.

Hoyr samrøðuna við Rólant Højsted, havnarfúta, ið ynskir sær fleiri metrar av bryggjukanti aftrat.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659