Landsverk: Restin verður boðin til sølu

11.11.2016 - 15:37
InnlendisSamfelag
Landsverk: Restin verður boðin til sølu
Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki, heldur tað vera í lagi, at tikið varð av tilboðnum frá P.f. Sundsverkinum um asfalteringsútgerð

Landsverk gevst í næstum við øllum asfalteringsvirksemi, tí stovnurin metir, at kappingin millum privatar fyritøkur um asfalteringsuppgávurnar er nøktandi.

Tí selur Landsverk asfalteringsútgerðina, sum stovnurin eigur.

Men í staðin fyri at bjóða alla útgerðina út, letur Landsverk eina fyritøku sleppa fram at útgerðini fyrst, og ætlar síðani at bjóða restina út.

Landsverk hevur tryggjað sær, um ein danskan ráðgeva, at útgerðin verður seld fyri marknaðarprís.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114