Sitandi býráð lækkar kommunuskattin

bannari
15.11.2016 - 12:29
Innlendis›Politikkur
Sitandi býráð lækkar kommunuskattin
Tórshavnar býráð hevur samtykt at lækka skattin í Havn 0,75 prosentstig. Inntøkurnar hjá komandi býráðnum minka 30 milliónir krónur

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður 19 prosent komandi ár. Tað avgjørdi meirlutin í Fíggjarnevndini hjá býráðnum á fundi mánakvøldið

Sostatt ger sitandi býráð inntriv í inntøkunum hjá komandi býráðið við 30 milliónum krónum, tí skattaprosentið er bindandi, tí kommunustýrið kann ikki broyta skattaprosentið mitt í einum fíggjarári.

Tróndur Sigurðsson, ið situr í Fíggjarnevndini hjá Tórshavnar býráð fyri Javnaðarflokkin, váttar somuleiðis, at í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2017, sum liggur á borðinum í løtuni, er skattaprosentið lækkað 0,75 prosentstig og verður sostatt 19 prosent.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115