- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málini um Sauna Dypp og vegarbeiði í Kaldbak líkjast

Málið um Sauna Dypp, og at politikarar í Tórshavnar kommunu gera beint ímóti tilmæli frá umsitingini og velja nummar tvey sum vinnara - heldur enn nummar eitt - er ikki eindømi í kommununi.
Í vár var eitt líknandi mál, tá ið støða skuldi takast til, hvør skuldi fáa uppgávuna at breiðka 90 metrar av vegi í Kaldbak:
Tvey tilboð komu inn at breiðka vegin í Kaldbak.
Frank Hellisdal bjóðaði 1,1 millión og fekk at vita, at hann hevði fingið uppgávuna. Men aftaná valdu politikararnir at gera beint móti tilráðingini frá umsitingini og heldur at bjóða Davidi Nordendal uppgávuna. Hansara tilboð var 350.000 krónur dýrari, og kostaði tilsamans næstan 1,5 milliónir krónur.
Frank Hellisdal undraðist, men kærdi tó ikki málið.
Jónas Tór Næs, advokatur, var biðin um at gera upprit.
Fyrireikaði seg til stevning
Kommunan fyrireikaði seg tó til at fáa eina stevning, tí kommunan bað sakførara gera eitt upprit um málið.
Í níggju síður drúgva uppritinum skrivar Jónas Tór Næs, advokatur, í niðurstøðuni:
* at kommunustýrislimir eru bundnir av fyrisitingarrættinum,
* at kommunan er bundin til at gjøgnumføra og halda seg til sáttmálan við arbeiðstakaran, sum sáttmáli er skrivaður undir við, men at endurgjaldsváðar eisini eru fyri kommununa mótvegis tilboðsgevaranum við lægra tilboðnum
* og at kommunustýrislimir kunnu hefta persónliga fyri fíggjarligan miss, sum kommunan verður fyri vegna avgerðir/samtyktir, sum kommunustýrislimir/nevndarlimir í føstum nevndum hava verið við til samtykkja.
Sauna Dypp.
Í málinum um vælveruøkið í Álakeri hevur Sauna Dypp, sum fyrst fekk at vita, at felagið hevði vunnið uppgávuna, men seinni fekk at vita, at felagið kortini ikki vann, stevnt kommununi eftir 1,9 milliónum krónum fyri inntøkumiss.
Krav er eisini sett fram um, at Tórshavnar kommuna verður dømd at rinda Sauna Dypp 42.750 krónur, sum eru beinleiðis útreiðslur, sum felagið hevur havt av at fyrireika tilboðið.
Saunagos á Argjum
Meira er í málinum.
Tí Saunagos, sum í fyrsta umfari tapti útbjóðingina í Álakeri, men seinni fekk at vita, at felagið hevði vunnið, er eisini við í eini aðrari verkætlan í Havn, tá ið talan er um vælveru og heitar pottar. Tað er við Sjósavnið á Argjum.
Tað var síðsta summar, at søkt varð um at fáa eitt fyribilsloyvi at staðseta saunagos framman fyri Sjósavnið, har parkeringsplássið er í dag. Tórshavnar kommuna skrivar, at fyrilbilsloyvi varð givið við tí fatan, at talan var um staðseting av saunagosi í Álakeri. Hinvegin var fatanin hjá umsøkjaranum, at talan var um staðseting av saunagosi uttan fyri Sjósavnið. Og har kunnu fólk í dag fara í heitar pottar hjá Saunagosi.
Tá ið hetta málið varð umrøtt á býráðsfundi herfyri, var harður orðadráttur millum býráðslimir, og fundurin var niðurlagdur eina løtu.
Málið um vegastubban í Kaldbak hevur eisini elvt til hvast orðaskifti millum býráðspolitikarar. Serliga millum Elsu Berg, borgarstjóra, og Berg Robert Dam Jensen, formann í teknisku nevnd.
Málið um at breiðka vegin í Kaldbak kemur aftur fyri á býráðsfundi í dag. Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, hevur kravt at fáa málið á skránna.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:


























