Tórshavnar havn fingið eykarokning uppá 11 mió.kr.

Tórshavnar havn fingið eykarokning uppá 11 mió.kr.
Tá arbeiðið uppá nýggju farstøðina byrjaði, segði táverandi borgarstjórin, at Tórshavnar havn ikki for at hefta fyri einum møgiligum eykakostnaði
 
04.07.2026 - 13:48

Tá Tórshavnar havn, saman við Smyril Line, fór undir at byggja nýggju farstøðina, segði Heðin Mortensen, táverandi borgarstjóri, at 140 milliónir krónur var tað, sum Tórshavnar havn kom at gjalda fyri farstøðina. 

Tað var ein føst avtala fyri Tórshavnar Havn og tí vóru tað Smyril Line og Articon, sum skuldu bera ein møguligan eykakostnað, segði hann. 

Men, nú hevur Tórshavnar Havn kortini fingið eina eykarokning upp á slakar 11 milliónir krónur, sum eftir øllum at døma verður goldin.

Í innslagnum niðriundir hoyra vit eitt brot úr samrøðu við Heðin Mortensen frá 19. mai 2024. Hann var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá avtalan millum Tórshavnar havn og Smyril Line varð gjørd.

Hoyr innslagið úr tíðindunum:

 

1820847

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672