- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umsitingin segði Sauna Dypp, men politikararnir vildu hava Saunagos

Sauna Dypp fekk hægri meting enn Saunagos, tá ið verkætlanirnar um vælverudepil í Tórshavnar kommunu vóru samanbornar, og støða skuldi takast til, hvør vann útboðið.
Tí var umsitingin í Tórshavnar kommunu greið og segði, at Sauna Dypp var vinnarin.
Tað sæst í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið í málið
Ein meiriluti av politikarunum avgjørdi tó, at eitt annað felag, Saunagos, skuldi vinna.
Leigusáttmáli til 2029
Í útbjóðingartilfarinum stóð, at leigusáttmáli verður gjørdur við felagið, ið vinnur, til 1. januar 2029.
Leiguprísurin er 5.000 krónur um árið á sjónum og 42 krónur árliga fyri fermeturin á landi.
Tað stóð eisini greitt í útbjóðingartilfarinum, hvussu dømingin av umsóknunum fór at vera, og hvussu tey ymisku økini vóru vektað.
Trygdin var vektað 20 prosent, kostnaðarstigið 20 prosent, byggilistarliga virðið 30 prosent, um tilboðið var opið javnan 20 prosent, og burðardygdin fór at vera vektað 10 prosent.
Tvey uppskot komu inn. Sauna Dypp og Saunagos.
Sauna Dypp fleiri stig
Tá ið umsitingin hevði mett báðar umsóknirnar var greitt, at Sauna Dypp fekk fleiri stig í metingini, og var rætti vinnarin.
Men 1. september, tá ið fundur var í byggi- og býarskipanarnevndini vendi tað, sum var upp, niður. Nevndin samtykti at taka av tilboðnum frá Saunagosi.
Ein løgfrøðingur, Øssur Patursson, var spurdur at gera eitt notat um málið. 23. september svarar hann, og niðurstøðan er:
* Avgerðin um tillutan er ikki í sjálvum sær ein bindandi avtala, men verður í hesi støðu mett at hava stóran týdning, tí at tað ikki eru sakligar orsøkir til valið av “metta taparanum”.
og
* Tað er ein váði, at kommunan kann koma undir endurgjaldsábyrgd móti “metta vinnaranum”.
Mælti til Sauna Dypp
Hann mælti tí til, at leigusáttmáli verður gjørdur við upprunaliga vinnaran, Sp/f Sauna Dypp, og at útboðið ikki verður tikið aftur.
Hann sigur víðari:
Verður málið trekt aftur og viðgjørt av nýggjum, skulu greiðari ásetingar vera um metingargrundarlag og treytir, og hvussu hesi skulu vektast, um politiskt ynski er um at fáa eitt annað úrslit. Metingargrundarlagið og treytirnar skulu vera sakligar.
Umsitingin broytti ikki støðu
Umsitingin, tað vil siga kommunustjórin, tekniski stjórin, havnarstjórin og býararkitekturin, mæla framvegis til, at leigusáttmáli verður gjørdur við upprunaliga vinnaran, smápartafelagið Sauna Dypp.
29. september er aftur fundur í byggi- og býarskipanarnevndini. Tá avger ein meiriluti, Anja Weyhe, Bergur Robert Dam Jensen, Birgir Nielsen og Kári Johansen, at leigusáttmáli ikki verður gjørdur við upprunaliga vinnaran, men at útboðið verður tikið aftur, og at nýtt útboð verður skipað.
Síðani hevur Sauna Dypp stevnt Tórshavnar kommunu eftir 1,9 milliónum krónum fyri inntøkumiss.
























