Eg elski at vera tiltaksomma

03.01.2017 - 10:30
LívsstílurBørn
Eg elski at vera tiltaksomma
- Vit gera tað, sum genturnar vilja og tíma, sigur Sólrun Magnussen úr Tjørnuvík, sum hevur verið tiltaksomma í eitt lítið ár

- Eg siti við einum tanka um at stovna ein bólk av bonusommum og -abbum. Eg havi arbeitt við tankanum leingi. Eg veit at tað sita fólk, ið gjarna vildu ríka dagligdagin hjá sær og øðrum, við at ganga ein túr við einum barni, baka bollar, pannukøkur, spæla spøl ella bara lesa eina søgu.

Hetta skrivaði Rigmor Rasmussen á facebook-bólkin Omma-Blomma, fyri umleið einum ári síðan. Fleiri eru tær, sum hava brúkt henda møguleikan at vera tiltaksommur fyri børn og fleiri eru børnini, sum eru sera glað at hava fingið eina ommu, sum tey møguliga ikki hava havt áðrenn.

Hoyr samrøðuna við Rigmor Rasmussen úr Vestmanna, sum tók stig til bólkin Omma-Blomma, og við Sólrun Magnussen, úr Tjørnuvík, sum virkar sum tiltaksomma.

Tekna teg sum tiltaksommu á facebooksíðuni Omma-Blomma

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489
Hósdag 23. apríl
Veðrið
207480
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395