Alt í land á Gadusi og Sjúrðarbergi

24.01.2017 - 15:39
InnlendisVinna
Alt í land á Gadusi og Sjúrðarbergi
JFK hevur fingið hálva aðru millión kr. til verkætlan at taka t.d. høvd, livur og maga í land

Fiskimálaráðið hevur játtað 16 nýggjum verkætlanum fíggjarligan stuðul. Peningurin fer av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2017.

Størsta játtanin fór til nýggju verkætlanina Alt í Land, sum fekk hálva aðru millión krónur.

Hanus Hansen, stjóri, og JFK hava søkt um stuðul til løn til tveir mans á Gadusi og tveir mans á Sjúrðarbergi, sum bara skulu hava til uppgávu at taka tað, sum annars vanliga fer fyri borð - t.d. høvd, uggar, livur og maga - í land.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112