- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eiga at smíða havrannsóknarskipið í Føroyum
27.01.2017 - 13:45
Innlendis›Politikkur
Eiga at smíða havrannsóknarskipið í Føroyum
Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður, heldur, at tað ger einki, um skipið verður dýrari at smíða á føroyskari skipasmiðju

- Eg vóni, at landsstýrið fer at kýta seg soleiðis, at føroyskar hendur sleppa at smíða nýggja havrannsóknarskipið, heldur enn útlendskar. Tað ger einki um skipið verður eitt sindur dýrari, tí skipasmíð hevur nógv avleitt virksemi við sær.
Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri fólkaflokkin.
Landsstýrið fer mánadagin at taka støðu til, hvør skal smíða havrannsóknarskipið.
Mynd: Jacob Vestergaard er fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 24. august
RagnarRokk:Sebastian Levermann um Angus McSix and the All-Seeing Astral Eye
212033
Nýggjastu sendingar í SV











