Umsitingin mælti frá, men býráðið samtykti at broyta byggisamtykt

Umsitingin mælti frá, men býráðið samtykti at broyta byggisamtykt
Íbúðarfelagið MARK er farið undir stóra verkætlan við Oyggjarvegin
MARK hevur bygt hesar íbúðirnar við Oyggjarvegin, men felagið ætlar nú at byggja fleiri íbúðir, og Tórshavnar býráð hevur samtykt at broyta byggisamtyktina.
 
05.12.2023 - 13:44

Hóast umsitingin í Tórshavnar kommunu mælti frá, samtykti Tórshavnar býráð einmælt at fara undir at broyta byggisamtyktina fyri matrikulnummar 1231A og 1175A við Oyggjarvein, har íbúðarfelagið MARK er farið undir eina stóra íbúðarverkætlan.

Skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, vísa, at Tórshavnar kommuna í juni í ár samtykti at fara undir at broyta byggisamtyktina fyri økið, hóast bæði tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu frá. 

Samtyktin skal broytast frá at vera lendi til jarðarbrúk, til sokallað A2, ætlað høgari íbúðarbygging.

 

 

Eingin býarskipan gjørd

Visandi til at eingin ætlan, býarskipan ella skipan av tekniniskum veitingum fyrilyggur fyri økið, mælir umsitingin í kommununi frá at fara undir at broyta byggisamtyktina. 

Í metingini stendir millum annað:

 

Økið, sum søkt verður um at broyta byggisamtyktina fyri, liggur norðan fyri Oyggjarvegin, og einasta bústaðarbygging i økinum er í grannastykkinum, sum umsøkjari somuleiðis eigur, har 48 íbúðir eru undir bygging.

Tá søkt var um ta ætlanina, mælti umsitingin frá at byggja bústaðir i økinum undir so óskipaðum umstøðum, og nú søkt verður um at keypa størri øki, kann væntast at umleið 70 íbúðir verða bygdar aftrat. 

 

Víst verður á, at nú verður farið undir ein sokallaðan ad-hoc býling, ið verður gjørdur uttan býarskipanarliga heildarplanlegging, og uttan allar teir hentleikar, ið hoyra einum býlingi til.

Væntast kann, at bygging av so nógvum bústøðum hevur fíggjarligar avleiðingar fyri kommununa,m.a. av tí at gongubreytir skulu gerast fram viô Oyggjarvegnum, neyðugar íløgur skulu gerast i kloakkina, busssamband og onnur trivnaôaratøk.

Haraftrat verður nevnt, at økið er sera sjónligt i býarmyndini.

 

Skógfriðingarnevndin ikki hoyrd

Skógfriðingarnevndin, sum ikki var hoyrd í samband við fyrru bygningarnar, mælir í sínum hoyringssvari frá at broyta byggisamtyktina.

Í sínum svari nevnir skógfriðingarnevndin eisini, at hon átti at verið spurd, tá ið teir báðir fyrstu bygningarnir skuldu byggjast. Tað bleiv nevndin ikki, og tað er brot at á lóg um náttúruverndarlóg, sigur skógfriðingarnevndin.

Tekniski stjórin, býararkitekturin, býarverkfrøôingurin og leiðarin a byggimálsdeildini mæla somuleiðis til: 

- at økið verôur skipað i eini heild, tá ið alt býarvakstrarøkið við Húsahaga verður skipað. Hetta verður tó eftir ætlan ikki enn. Húsahagi er í kommunuætlanini raðfestur sum býarvakstrarøki nr. 5 av 6.

Raðfestingin er grundað á viðurskifti, so sum atkomu, veôurlag, umhvørvisárin, trivnaðarviðurskifti, lendisútvegan og fíggjarligar avleiðingar. 

Raðfest fram um økið við Húsahaga eru Stóratjørn og Klingrutjørn ið farið er í holt við at býarmenna, og býarvakstrarøkini undir Vesturvarða og Flatnahagi, ið man enn ikki er farin i holt viô at menna.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376