Flaggdagshaldið í Havn 70 ár

25.04.2017 - 14:07
Lívsstílur
Flaggdagshaldið í Havn 70 ár
Í dag eru sjeytiár síðan, at fyrsta flaggdagshaldið, sum vit kenna tað í dag, var hildið á Vaglinum í Havn

Sjálvt um føroyska flaggið, Merkið, varð viðurkent, undir seinna veraldarbardaga, í 1940, var ikki fyrr enn sjey ár seinni, í 1947, at fyrsta flaggdagshaldið í landinum, varð hildið.

Tað høvðu verið flaggfundir í 1941 og 42, men tað var ikki fyrr enn í 1947, at heilsølumaðurin og hornblásarin Ludvig Breckmann, tók stig til flaggdagshaldið, sum vit kenna tað í dag.

Ludvig var loysingarmaður og hann helt fyri, at tá ið Fólkaatkvøðan í 1946 endaði, sum hon nú einaferð gjørdi, so skuldi verið skipað fyri ein tiltakið, har Merkið varð hátíðarhildið.

Havnar Hornorkestur, sum Ludvig eisini var formaður fyri, og skótar, tóku væl undir við hugskotinum og saman varð skipað fyri flaggdagshaldið í 47.

Lurta eftir sendingini, har greitt verður frá hvussu fyrsta flaggdagshaldið kom í lag og hvussu tað varð hildið.

 

Rætting frá lurtara: 

"Tað er ikki rætt, at fyrsta flaggdagshald í landinum varð hildið í 1947.

Longu 25. apríl 1941, fyrsta ársdagin eftir, at at vit fingu egið flagg, varð skipað fyri flaggdagshaldi á Eiði. Og tað hevur verið hildið óbrotið higartil"

 

Tað átti at staðið, at fyrsta flaggdagshaldið á Vaglinum, varð hildið í 1947.

Vit umbera feilin í sendingini.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115