Ógreitt nær byggiarbeiðið byrjar

02.08.2017 - 13:33
Innlendis›Politikkur
Ógreitt nær byggiarbeiðið byrjar
Varðin Pelagic hevur biðið um tilboð upp á fleiri virkisstøddir, nú virkið á Tvøroyri skal byggjast uppaftur.
Bogi Jacobsen er stjóri á Varðanum Pelagic

Varðin Pelagic hevur ikki fingið øll tilboðini enn, so ikki ber til at siga nú, nær byggiarbeiðið byrjar.

Felagið hevur heldur ikki avgjørt enn, hvør orkan verður hjá nýggja virkinum, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic.

Felagið hevur biðið um tilboð upp á fleiri virkisstøddir.

Tað veldst eisini um, hvussu fiskivinnan verður skipað í framtíðini.

Men byggiloyvið ger, at nú ber til at taka avgerðirnar, sigur Bogi Jacobsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334