Enn ein føroysk fyritøka av landinum - landsstýrismaðurin er argur

Enn ein føroysk fyritøka av landinum - landsstýrismaðurin er argur
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at vinningurin og inntøkurnar skulu varðveitast í Føroyum
Høgni Hoydal er landsstýrismaður í vinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.01.2025 - 18:00

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, er argur, nú ein føroysk fyritøka aftrat fer á útlendskar hendur.

Fyrr í vikuni frættisti, at byggifyritøkan verður seld donsku fyritøkuni Per Aarsleff Holding.

Articon er tó ikki fyrsta fyritøka, sum er seld av landinum seinastu mánaðirnar.

Eisini SMS og Føroya Keypsamtøka hava nú útlendskan ognarskap.

 

Articon er millum størstu byggifyrtøkur í landinum. Nú fer hon á útlendskar hendur. 

 

Fund við vinnuna

Høgni Hoydal sigur, at hann fer at kalla umboð fyri vinnuna til fundar og kanna, hví fyritøkur verða seldar av landinum, og hvat kann gerast. 

Høgni Hoydal sigur:

- Eg eri argur. Vit mugu tryggja, at vit varðveita vinningin og inntøkurnar í Føroyum.

Í fiskivinnuni skulu allir útlendingar úr vinnuni í seinasta lagi 1. januar 2032. 

Ætlanin er eisini er herða reglurnar, so útlendingar ikki kunnu keypa seg inn í fiskivinnuna, og útlendingar, sum eru í vinnuni, sleppa heldur ikki at víðka sín ognarlut til 2032.

áðrenn 1. januar 2032 og ætlanin er at herða reglurnar enn meiri, so útlendskur ognarskapur ikki kann keypa seg inn og verandi útlendingar heldur ikki kunnu víðka um sín ognarlut fram til 2032.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21012025_Hogni_um_fyritokur

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713