Ger ongar viðmerkingar um útsøgn um hollendingar

03.08.2017 - 13:19
Innlendis›Politikkur
Ger ongar viðmerkingar um útsøgn um hollendingar
Útvarpið hevði avtalu við løgmann um viðmerking, men tá upptøkan skuldi gerast, kúvendi hann

Løgmaður hevur ongar viðmerkingar til útsøgnina hjá landsstýrismanninum Henriki Old, sum á tingsins røðarapalli bað tingfólk um at halda hollendingar langt burturi úr føroysku fiskivinnuni.

Aksel V. Johannesen hevur einki gjørt við málið, og hann ætlar sær ikki inn í málið, sigur hann við útvarpið í dag.

Útvarpið hevði eina avtalu um eina samrøðu, men tá upptøkan skuldi gerast løtu seinni, kúvendi Aksel V. Johannesen, og vildi ikki gera nakrar viðmerkingar til málið yvirhøvur.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717