Løgtingið skal ikki avmarka kommunala sjálvræðið

10.09.2017 - 14:34
Innlendis›Politikkur
Løgtingið skal ikki avmarka kommunala sjálvræðið
Uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvansdóttir er ímóti, at tingið skal gera av, nær kommunur byggja skúla og ellisheim

Løgtingið eigur ikki at avmarka kommunala sjálvræðið við lóg.

Og tað er als ikki í lagi, at landsstýriskvinnan hóttir kommunurnar við tí.

Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, sum annars styðjar samgonguna.

Sonja Jógvansdóttir er ímóti, at landið skal leggja seg útí, nær kommunurnar byggja skúla, ellisheim ella barnagarð.

Kommunurnar hava nógvar vælferðartænastur at taka sær av, og tað eigur landsstýriskvinna í fíggjarmálum at skilja, sigur hon.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334