Neyðugt at bróta tøgnina

11.09.2017 - 17:13
Innlendis›Samfelag
Neyðugt at bróta tøgnina
Vit mugu tosa um kynslívið hjá fólki, ið bera brek, fyri at bøta um umstøðurnar, heldur Maria Motefuso fyriskipari av ráðstevnu um evnið.

Almannamálaráðnum skipar í samstarvi við Nordisk Velfærdscenter í hesum døgum fyri ráðstevnu um kynslív og kynsligan ágang á fólk sum bera brek. 

Heitið á rástevnuni er "Bryt tabút", og neyðugt er at bróta tøgnina um kynslívið hjá fólki, ið bera brek, um tey skulu fáa betri umstøður. 

Tí fólk, ið bera brek, hava kynslív og kenslur eins og øll onnur, og eisini rættindi at hava eitt kynslív. Tað sigur Maria Motefuso, sum arbeiðir á Nordisk Velfærdscenter, og sum hevur skipað fyri ráðstevnuni.

Catrine Lundell er ein av fyrilestrarhaldarunum á ráðstevnuni. Hon er fríyrkis útvarps- og sjónvarpsframleiðari, og lágvaksin. Hon hevur sum aðalmál, at varpa ljós á seksualitet, tí fólk, ið bera brek hava tørv á at tosa um sínar kenslur eins og øll onnur.

Catrine Lundell heldur, at meðan fólk við breki kunnu fáa hjálp til nógv øki, verður seksulaiteturin gloymdur.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542