Tunnilsmunni verður ikki fluttur

11.10.2017 - 18:15
InnlendisSamfelag
Tunnilsmunni verður ikki fluttur
Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar hevur ongar ætlanir um at flyta tunnilsmunnan á Gomlurætt, soleiðis sum eitt samt Tórshavnar Býráð biður um
-Tunnilsmunnin á Gomlurætt verður ikki fluttur, sigur Teitur Samuelsen í svari til Tórshavnar Býráð

Stjórin fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar er avgjørdur. Tunnilsmunnin verður ikki fluttur burtur frá havnalagnum á Gomlurætt, soleiðis sum eitt samt Tórshavnar Býráð biður um.

-Nei, áheitanin frá býráðnum fær okkum ikki at broyta meining, sigur Teitur Samuelsen.

Tórshavnar Kommunan hevur víst á, at tað fer at órógva alt ov nógv, um tunnilsmunnin frá Sandoyartunlinum verður á sjálvum økinum á Gomlurætt. Umsitingin hjá kommununi minnir á, at talan er um einasta havnaøki í kommununi, sum vendir vestureftir móti Koltri og Hesti - tí verður Gomlurætt framvegis eitt knútapunkt, eisini eftir at koyrandi verður í Sandoynna. Eisini er økið á Gomlurætt upplagt at nýta til vinnuligt virksemi, tað veri seg ferðavinnu ella aling.

Á býráðsfundi 28. september varð einmælt samtykt, at býráðið ikki tekur undir við verandi linjuføring á Gomlurætt og mælir landsins myndugleikum til at taka upp nýggjar samráðingar við partafelagið Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.
Einmælta býráðssamtyktin á Vaglinum í Havn fær tó ikki Teit Samuelsen at broyta meining.

Tunnilsstjórin vísir aftur, at ein tunnilsmunni niðri á Gomlurætt ávirkar verandi virksemi. Eftir stendur so spurningurin, hvat nýtt virksemi møguliga kann hugsast at vera lagt á Gomlurætt, men verandi virksemi kann so halda fram, staðfestir Teitur Samuelsen.

Spurningurin, hvat grótið frá Sandoyartunlinum skal brúkast til, er framvegis ikki loystur. Umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu hevur skotið upp at brúka grótið úr undirsjóvartunlinum til eitt heilt nýtt bústaðarøki á Velbastað, í lendinum við bryggjaríið Okkara. Málið um grótið var á skránni fyri býráðsfundin 28.september, men varð tikið av skránni. Frammanundan hevur partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar gjørt avtalu við ein bónda á Velbastað um at brúka grótið til at planera eitt nýtt dyrkilendi sunnanfyri bygdina. Tað váttar Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar, sum tó leggur afturat, at enn eru øll loyvi ikki fingin uppá pláss.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297