Lønarhækking í krónum - ikki í prosentum

17.10.2017 - 08:54
InnlendisSamfelag
Lønarhækking í krónum - ikki í prosentum
Tað skal geva teimum sum fáa lægri løn ein fyrimun í samráðingunum hesuferð, er politiska ynskið

Tað er eitt politiskt ynski at sáttmálasamráðingarnar í ár verða avgreiddar í krónum, og ikki í prosentum.
Tað skal hava við sær, at tey lægri løntu fáa meir í lønarhækking, enn tey sum eru limir í feløgunum sum fáa hægri løn.
Tí var fyrsti sáttmálin, sum Lønardeildin fríggjadagin skrivaði undir við Starvsmannafelagið, gjørdur í krónum.
Nýggi sáttmálin gevur limunum í Starvsmannafelagnum 695 krónur í lønarhækking um mánaðin frá 1. oktober í ár, og 754 kr aftrat um mánaðin frá 1. oktober næsta ár. Harumframt eru aðrar broytingar eisini gjørdar í sáttmálanum.
Jan Mortensen er stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429