- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

RADARIN: Fiskivinnunýskipan í hoyring
25-10-2017
Vit skatta dýpið, nú Vinnunevndin dregur saman um viðgerðina av lógaruppskotinum um fyrisiting av sjófeingi.
Síðsta mánaðin eru fyritøkur, fakfeløg, myndugleikar og stovnar boðsend í Vinnunevndina at siga sína hugsan og svara spurningum frá nevndarlimunum. Fyri tey flestu er hetta ikki fyrstu ferð - tey vóru eisini inni í nevndini í summar, tá fyrra uppskotið hjá landsstýrismanninum var til viðgerðar har - áðrenn tað datt burtur.
Men hvat er so broytt - hvat halda tey, sum nú eru innkallað í Vinnunevndina hjá løgtinginum, um broytta uppskotið um fyrisiting av sjófeingi? Í Radaranum tosa vit við reiðarar, Fiskimannafelagið, ein virkiseigara á landi, ein peningastovn og Kappingareftirlitið. Øll hava tey verið inni í Vinnunevndini og givið síni sjónarmið til kennar.
Síðst í sendingini spyrja vit Bjørt Samuelsen, forkvinnu í Vinnunevndini, hvat hon ger við hesi sjónarmið, nú nevndin skal til at draga samanum og skriva álit.
Luttakarar:
Anfinn Olsen, stjóri í Framherja og formaður í Reiðarafelagnum
Hanus Hansen, stjóri í JFK
Páll Gregersen, stjóri í Fiskavirkinum í Gøtu
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum
Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik
Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum
Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá løgtinginu

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.
Prát við politisku ungmannafeløg um politiskt virksemi.
01-05-2019
Í meðal fáa 130 føroyingar heilaskaða um árið. Vil illa til, verður øll tilveran vend á høvdið og familjur syndrast
03-04-2019
Tað er trupult hjá ES at missa Bretland, tí landið hevur stóran búskaparligan týdning fyri ES, sigur Elin Mortensen, sendikvinna í Brússel
28-03-2019
Bygdaleiðir skulu verða grønari, og býarbussarnir í Tórhavnar kommunu skulu koyra við reinari orku
06-03-2019
Í nógvum bygdum standa húsini tóm meginpartin av árinum. Skulu treytir setast, tá hús verða keypt?
13-02-2019
FNU, Ringrás, Reyði Krossur og trý politisk ungmannafeløg krevja, at Løgtingið tekur veðurlagsbroytingarnar í álvara
06-02-2019
Skipanin er greiðari um øll ábyrgd fyri almennum byggiverkætlanum liggur hjá einum ráði, heldur stjórin á Løgmannskrivstovuni
30-01-2019
Politikarar og Tryggingareftirlitið fara at halda eyga við úrslitunum hjá føroysku pensjónsfeløgunum næstu tíðina.
23-01-2019




