Verkfall fráboðað í sjúkrahúsunum mánamorgunin

28.10.2017 - 12:47
InnlendisHeilsa
Verkfall fráboðað í sjúkrahúsunum mánamorgunin
Lønardeildin hevur biðið Semingsstovnin koma upp í sáttmálasamráðingarar við sjúkrarøktarfrøðingarnar, sigur Jan Mortensen, stjóri:
Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, hevur boðað Semingsstovninum frá.

Tað stendur í botni í sáttmá-samráðingunum millum Felagið føroyskir djúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.

Seinnapartin í gjár sendi Sjúkrarøktarfelagið eina fráboðan til Lønardeildina um, at arbeiðssteðgur verður lýstur fyri anestesi-sjúkrarøktarfrøðingarnar á øllum trimum sjúkrahúsunum mánamorgunin klokkan átta.

Talan er um okkurt um 16 fulltíðarstørv, upplýsir Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. 

Hon váttar, at felagið valdi ikki at senda boð eftir Semingsstovninum, men valdi í staðin at lýsa arbeiðssteðg alt fyri eitt at koma í gildi mánamorgunin.

Tá Starvsmannafelagið herfyri skrivaði undir sáttmála, sum gav limunum 695 kr. í lønarhækking um mánaðin fyrra árið og 754 kr. aftrat um mánaðin seinna árið, gjørdi Óluva í Gong greitt, at Sjúkrarøktarfrøðingafelagið fór ikki at góðtaka eina slíka lønarhækking.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744