10 ár síðani Hoyvíkar kirkja varð vígd

04.11.2017 - 13:10
Lívsstílur›Átrúnaður
10 ár síðani Hoyvíkar kirkja varð vígd
Í dag eru 10 ár síðani at Hoyvíkar kirkja varð vígd og í tí sambandi letur listaframsýning upp í kirkjuni í dag

Talan er um eina framsýning við átrúnaðarligum perspektivum, sum millum annað snýr seg um ímyndir okkara um gott og ónt, sigur Kinna Poulsen, sum er kurator.

Verkini á framsýningini eru framleidd í Steinprenti av listafólkunum Claus Carstensen, Erik Heide, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Tóroddi Poulsen og Fríðu Matras Brekku.

Framsýningin letur upp í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju í dag frá klokkan 15 - 16. Í morgin, sunnudagin 5. november, heldur Hoyvíkar kirkja vígsludagin. Tá bjóðar kirkjuráðið morgunmat í kirkjukjallaranum klokkan 9. Øll eru vælkomin.

Klokkan 11 verður hátíðarguðstænasta, har Tarira syngur. Sóknarpresturin Theodor Eli Dam Olsen prædikar, og eisini taka aðrir prestar lut undir guðstænastuni. Framsýningin sæst millum klokkan 14 og 16 frá 6. til 11. november.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541