Margháttligt at lesandi skulu út í juli

05.11.2017 - 17:27
InnlendisSamfelag
Margháttligt at lesandi skulu út í juli
Tað er heldur margháttligt, at lesandi, sum leiga nýggju íbúðirnar í Marknagili skulu út ein mánað um árið, heldur landsstýriskvinnan

126 nýggjar lestraríbúðir í Havn. Tað ljóðar gott - men trøðini vaksa vanliga ikki inn í himmalin, og tað gera tey heldur ikki hesu ferð

Tí tær snotiligu eittrúms-íbúðirnar á tí nýumvælda Finsen í Miðbýnum kosta millum 3.300 krónur og 5.500 krónur um mánaðin. 

Í Marknagili kosta bingju-íbúðirnar hjá smápartafelagnum Mark millum 3990 og 6000 krónur, og her skulu tey lesandi skriva undir uppá, at tey fara út ein mánað um árið. 

Hetttar ljóðar margháttligt, heldur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum eisini umsitur leigumál.

Bæði stjórin í Bústøðum og stjórin í smápartafelagnum MARK, sum byggja lestraríbúðir, eftirlýsa býli-stuðul til tey lesandi, tí íbúðirnar kunnu ikki gerast bíligari, siga teir.

Samgongan hevur júst hækkað lestrarstuðulin, men hon er sinnað at endurskoða ískoytið til býli, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Hoyr innslagið her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904