Føroyingur valdur í danska kommunu

22.11.2017 - 13:37
Útheimurin
Føroyingur valdur í danska kommunu
Anja Helen Holtze varð í gjár vald í býráðið í Ballerup kommunu. Hon stóð sum nummar 17 á listanum, men bleiv vald sum nummar 12 við 217 atkvøðum

Anja Helen Holtze úr Skopun var ein av teimum, sum varð vald í býráðið fyri í Ballerup Kommunu á kommunuvalinum í Danmark í gjár. Hon fekk 217 persónligar atkvøður og kom inn sum nummar 12 á listanum hjá Sosialdemokratunum. 

Fyrst og fremst fer Anja eftir einum nevndarsessi, ið gevur henni møguleika at arbeiða við børn og ungum, tí hetta er hennara aðalmál: 

- Mínir høvðusførleikar eru at arbeiða børnum og ungum og syrgja fyri, at tey fáa eina útbúgving. So eg fari satsa uppá tað, og um tað verður ov ringt at fáa tann postin, so fari eg eftir at skapa betri umstøður fyri ítróttin og betra um frítríðarlívið, og at mentanarlívið kann blomstra eitt sindur meira, sigur ein sera fegin Anja Holtze og greiðir frá, at hon hevur arbeitt miðvíst í langa tíð.

- Eg havi konsentererað meg um at tosa við fólk, fara út og banka uppá hurðar og siga góðan dag. Bara presentera meg sjálvan og byggja relatiónir. 

48.000 fólk búgva í Ballerup Kommunu, har Sosialdemokratarnir søguliga hava staðið sterkir. Sosialdemokratarnir fingu 16 sessir í býráðnum í Ballerup, tað er ein meira, enn tey høvdu frammanundan. Tilsamans 25 sessir eru í býráðnum.  

Hoyr samrøðuna við Anju Holtze omanfyri greinina. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996