Menningarkvotur og Sandoyggin

bannari
14.12.2017 - 16:24
InnlendisPolitikkur
Menningarkvotur og Sandoyggin
- Í løtuni hava vit einki arbeiðsloysi, men vit vóna sjálvsagt, at oyggin kann fáa okkurt burtur úr menningarkvotunum.

Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, nú tingið hevur samtykt, at øki við ávísum avbjóðingum, kunnu fáa menningarkvotu, um hugskotið er nóg gott

Fyrradagin samtykti løgtingið, at kvotur kunnu latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av fiski í ávísum økjum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella til øki, har fólkatalið støðugt minkar.

Løgtingið hevur staðfest, at Norðstreymoy, Suðurstreymoy og Vágoy hava avmarkaða atgongd til havsins ríkidømi, meðan fólkatalið minkar í Sandoynni og Suðuroynni, sum eisini hevur lutvíst hægri arbeiðsloysi. Løgtingið samtykti eisini, at Norðuroyggjar, Eysturoy og restin av landinum eisini kunnu koma upp í part, um treytirnar eru loknar.

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi sigur, at tað er eingin loyna, at sandoyggin ikki hevur tí stóru fiskivinnuna, og at menningarkvoturnar kanska geva møguleika fyri hesum. 

Hóast orðingarnar í samtyktu lógini um, at fólkatalið í Sandoynni minkar, so vaks tað í roynd og veru í Sandoyar sýslu við trimum fólkum tað seinasta árið, sambært Hagstovu Føroya. Men heima á Sandi, ella í Sands kommunu minkaði fólkatalið við sjey. So kanska tey kunnu fáa menningarkvotu, er hugskotið nóg gott.

Hoyr innslagið omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086