Vørn krevur trygd fyri rættindi keypt á uppboði

Vørn krevur trygd fyri rættindi keypt á uppboði
Feløg sum keyptu 3 ára og 8 ára rættindi á uppboðssølu í fjør, skulu veita trygd fyri gjaldinum í ár, áðrenn skipini fáa fiskiloyvi.
 
14.12.2018 - 12:06

Vørn boðar frá, at feløg sum keyptu 3 ára og 8 ára rættindi á uppboðssølu í fjør, skulu veita trygd fyri gjaldinum í ár, áðrenn skipini fáa fiskiloyvi.

Gjaldið skal setast svarandi til gjaldið í fjør.

Tað er nóg mikið, at trygd verður veitt fyri pengunum, tí pengarnir skulu kortini ikki rindast, fyrr enn árið er liðugt.

Fýra feløg keyptu í fjør rætt til at fiska í Barentshavinum, og tey skulu veita trygd fyri umleið trimum milliónum krónum fyri at sleppa at fiska í ár.

Tvey feløg keyptu loyvi í 3 og 8 ár at fiska norðhavssild, og tey skulu veita trygd fyri millum 6 og 7 milliónum krónur fyri at sleppa at fiska í ár.

Tvey feløg keyptu 3 og 8 ára loyvi at fiska makrel, og tey skulu veita trygd fyri umleið 15 milliónum kr.

Fýra feløg keyptu svartkjaftakvotu í 3 ár og skulu veita trygd fyri góðum 4 milliónum krónum, og 3 feløg keyptu svartkjaft í átta ár, og tey skulu veita trygd fyri góðar 9 milliónir krónur.

Sostatt er talan um umleið 40 milliónir krónur, sum flotin skal veita sum trygd fyri keyptu rættindini fyri at fáa fiskiloyvi.

Vørn vísir til grein 5-7 í kunngerð um at bjóða út rættindi at veiða svartkjaft, norðhavssild, makrel og botnfisk í Barentshavinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532