Samráðingar við Ísland verða truplar

bannari
30.01.2018 - 17:47
Innlendis›Politikkur
Samráðingar við Ísland verða truplar
Ein fyribils semja um lodnu er komin í lag, men enn hava Føroyar og Ísland tørv á at gera eina meira umfatandi avtalu.

Lagt er upp til truplar samráðingar millum Føroyar og Ísland um fiskirættindi seinni í ár. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Føroyar og Ísland skulu hava umfatandi rammuavtalu við Ísland um fiskirættindi frá 1. september.

Fiskimálaráðið boðaði seinnapartin frá semju millum Ísland og Føroyar um millum annað rættin hjá føroyskum skipum at royna eftir lodnu í íslendskum sjógvi. Men hetta er bara ein fyribils avtala.

Í fyribils semjuni, sum fiskimálaráðið hevur gjørt, eru bara smáar broytingar gjørdar. Eitt nú kunnu føroyingar landa nakað meira av íslendsku lodnuni til matna. Hetta gevur betri prís enn um fiskurin verður landaður til framleiðslu av eitt nú fiskamjøli.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334