Hálsar um í málinum um heilsumiðstøð

01.02.2018 - 16:32
Innlendis
Hálsar um í málinum um heilsumiðstøð
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, hálsar um í málinum um nýggja heilsumiðstøð.

Ætlanin at byggja nýggja heilsumiðstøð í røktarheiminum á Klaksvíkar sjúkrahúsi er slept.


Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, sigur í einum tíðindaskrivi seinnapartin, at hóast samskift er við sentralu partarnar, eisini kommunulæknarnar - má hann ásanna, at hann átti at hava lagt enn meira fyri at tryggja kommununulæknunum vissu fyri, at heildarætlanin bara hevur til endamáls at bøta um umstøðurnar og tænastustigið hjá borgarum og starvsfólkum.


- Tá samstarvslíkindini ikki eru betri, enn líkt er til í løtuni, síggi eg onga meining í at halda fram við ætlanini, sigur Jógvan Skorheim í tíðindaskrivinum.


Hoyr samrøðu við borgarstjóran omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334