Tórshavnar kommuna betrar um barnaansingina

08.02.2018 - 13:27
InnlendisPolitikkur
Tórshavnar kommuna betrar um barnaansingina
Í summar kemur ein nýggj skrásetingarskipan til ansingarpláss í Tórshavnar kommunu, lovar Gunnvør Balle, býráðslimur

Tað gongst heldur striltið hjá Sveini Dam og konuni, at fáa ansingarpláss til eldra barnið hjá teimum.

Í gjár skrivaði Sveinur soleiðis á facebook: "Eg vænti ikki, at tit fáa nakað, fyrr enn í august", segði fryntliga kvinnan í Snarskivuni. Tað er komið so óvart á Tórshavnar Kommunu, at fólkavøkstur hevur verið, at tey eru endaði við at hava eina ørgrynnu av børnum á bíðilista, uttan nakra ætlan um, hvat kann gerast við trupulleikan."

Nú sóknast Sveinur eftir øðrum fólkum, sum eru í somu støðu sum tey, so tey í felag kunnu leggja trýst á kommununa, fyri at loysa bráðfeingistrupulleikan við barnaansingini.

Morgunsendingin tosar við Svein Dam og Gunnvør Balle, býráðslim í Tórshavnar kommunu

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590