Tunlarnir Norður um Fjall verða ikki framskundaðir

09.02.2018 - 12:35
InnlendisPolitikkur
Tunlarnir Norður um Fjall verða ikki framskundaðir
Tað sigur Kristina Háfoss, nú fleiri andstøðuflokkar hava lagt uppskot fram um, at Norðoyatunnilin skal fíggja eina framskundan av tunlunum

Fleiri andstøðuflokkar hava lagt uppskot fram um, at Norðoyatunnilin skal fíggja tunlarnar fyri at framskunda byggiætlanina. 

Men hetta heldur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, verða ov vágaligt, nú man er farin í gongd við Eysturoyar-, Sandoyar- og Hvalbiartunnilin. 

Tíðarætlan ikki broytt

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum mælir til, at politikkarar hyggja at langtíðaríløgunum hjá landinum og halda seg til tær ætlaninar.

Andstøðu tingfólk hava lagt eitt uppskot fyri tingið, ið skal framskunda tunlarnar Norður um Fjall, so hesir verða bygdir samstundis um Hvalbiartunnilin.

Harumframt meta tey seg hava eitt uppskot, ið kann spara landinum nógvar milliónir, tí lánið skal í størstan mun rindast við avgjaldinum í Norðoyatunnlinum.

Pengarnir ikki bara brúkast norðanfyri

Kristina Háfoss sigur, at landsstýrið fer at arbeiða við játtanarkørmunum í vár, og har verður hugt nærri at upphæddini til tunlarnar Norður um Fjall, og at tann upphæddin skal setast av á fíggjarlógini.

Hon sigur, at Samferðslumálaráðið hevur arbeitt við einum øðrvísið samferðslumodellið, men at tey ikki vilja gera tað so, at peningur frá Norðoyatunlinum einans skal nýtast norðanfyri.

Hoyr samrøðu við landsstýriskvinnuna í brotinum omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425