Smyril Line byggir út í Hirtshals

12.02.2018 - 15:03
InnlendisVinna
Smyril Line byggir út í Hirtshals
1. oktober flytir SmyrilLine inn í nýggjan farma og umsitingarbygning í Hirtshals.

Bygningurin verður 3.350 fermetrar stórur. Brúk verður fyri 20-25 fólkum at arbeiða í nýggja bygninginum.

- Vit taka inn tær tænastur, sum vit fyrr hava útveitt til Blue Water, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.

Kappingin um farmin um Norðuratlantshavið er stór, men hetta styggir ikki Smyril Line burtur. 

Hinvegin styrkir Smyril Line um tænasturnar við at útbyggja í Hirtshals, og staðsetingin í Hirtshals merkir, at Smyril Line hevur betri møguleikar fyri víðari transportering, sigur Rúni Vang Poulsen.

- Við hesum so klára vit at handfara innflutningin av føroyskum fiskavørum enn betri, og vit klára at geva innflutningskundunum eina nógv betri tænastu, enn ta vit kunnu bjóða teimum í dag, sigur hann.  

Enn er óvist, um tørvur verður á fleiri skipum í flotanum. 

Hoyr samrøðu við stjóran í Smyril Line omanfyri. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904