- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sera gott samstarv við Airbus

Tað hevur eftir øllum at døma verið skemt, at nýggja Airbus-flogfarið skal eita Tróndur í Gøtu, sum miðlafólk í Hamburg vistu at siga fyrrapartin.

Nú siga tíðindini, at flogfarið eitur stutt og greitt Airbus 319.

Mongu gestirnir fáa nú høvi at síggja nýggja flogfarið, sum fer fyrsta túrin úr Hamburg til Føroya seinnapartin. Frammanundan var skipað fyri hátiðarhaldi við hangarin hjá Airbus-verksmiðjuni, har flogfarið er sett saman.

Millum teirra, sum hildu røðu, vóru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, og umboð fyri Airbus-flogverksmiðjuna.

Sera gott samstarv

Magni Arge fegnaðist um sera góða samstarvið, sum Atlantsflog hevur havt við Airbus, síðani ætlanin um nýggja flogfarið varð sett á lunnar fyri fýra árum síðani.

Hann segði, at hóast Atlantsflog er eitt lítið flogfelag, hevur Airbus sýnt professionellan hugburð, og Atlantsflog hevur ongantíð merkt, at Airbus hevur gjørt mun á lítla føroyska flogfelagnum og øðrum stórum flogfeløgum.

Hetta er fyrsta Airbus-flogfarið til Atlantsflog, og nú verður bíðað í spenningi eftir, nær sáttmálin um eitt Airbus-flogfar afturat verður gjørdur, varð fleiri ferðir tikið til í røðunum við hátíðarhaldið.

Airbussurin verður helst fullsettur fyrsta túrin til Føroya. Umframt teir 100 gestirnar, verða fleiri umboð fyri Airbus-verksmiðjuna við flogfarinum, sum eftir ætlan skal setas seg í Vágum um fýra tíðina seinnapartin.