Eitt oljufelag bjóðað seg fram

20.02.2018 - 12:48
Innlendis›Vinna
Eitt oljufelag bjóðað seg fram
At bara eitt oljufelag bjóðar seg fram, er avgjørt eingin vanlukka fyri føroyska oljuleiting, sigur stjórin í Føroya Oljuídnaðarbólki

32.000 ferkilometrar av landgrunni at leita í - men bara eitt oljufelag, sum bjóðar seg fram. At bara eitt oljufelag bjóðar seg fram, er avgjørt eingin vanlukka fyri føroyska oljuleiting. 

Tað sigur Jan Múller, stjóri í FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólki.

Nógv oljuvirksemið

Jan Múller hevur fylgt føroyskari oljuleiting frá byrjan. Hóast oljufepurin er kølnaður við árunum, hevur stjórin í Føroya Oljuídnaðarbólki varðveitt optimismuna.

Hana byggir hann á nógva oljuvirksemið beint hinumegin markið, inni á bretskum øki.

Nú fær eitt oljufelag loyvi at leita - bæði har onnur feløg hava verið fyrr og á nýggjum øki. Hvat vil felagið brúka loyvið til?

Sambært Jan Múller er vónleyst at vita, um nýggja oljufelagið fer somikið langt sum at seta borin í føroyska landgrunnin.

Kanska Open-door leist

Tá lógarheimildin fyri fjórða útbjóðingar-umfar skuldi fáast til vega, varð tosað um at henda útbjóðingin skuldi vera grundarlag undir einum fimta og sætta útbjóðingarumfari.

Nú verður tosað um at fara víðari eftir ”open-door”-leistinum. Tvs einki skipað útbjóðingarumfar men at føroysku myndugleikarnir ístaðin lata dyrnar upp fyri teimum, sum máttu havt áhuga.

Mælir til bretskt samstarv

Bretsku megin markið er 30. útbjóðingarumfar ígongd í løtuni. Okkurt um 60 oljufeløg bjóða seg fram, og í apríl/mai mánað verður greitt, hvørji oljufeløg sleppa at leita eftir olju har. 

Nógva virksemið bretsku megin kemur at ávirka virksemið føroysku megin, metir Jan Múller.

Tí mælir stórin í Føroya Oljuídnaðarbólki føroysku myndugleikunum til at samstarva við bretsku myndugleikarnar fyri at marknaðarføra alt økið - báðumegin markið - sum ein felags olju-landslut.

Hoyr innslagið omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576