Vørur og tænastur dýrka orsakað av oljuprísinum

Vørur og tænastur dýrka orsakað av oljuprísinum
Prísirnir eru hækkaðir í miðal 3,1 prosent seinasta árið, og tað er serliga hækkandi oljuprísurin, ið er orsøkin.
Nýggjasta prístalið hjá Hagstovuni vísir, at prísurin á øllum vøru- og tænastubólkum er hækkaður
Mynd: Hagstovan.fo  
 
18.10.2021 - 08:54

Oljuprísurin er høvuðsorsøkin til, at prístalið hækkaði í triðja ársfjórðingi sammett við triðja ársfjórðing í fjør.

Prísirnir eru hækkaðir í miðal 3,1 prosent seinasta árið.

Fyri einum ári síðan var prístalið í Føroyum 121,2, í øðrum ársfjórðingi í ár 124,6 og í triðja ársfjórðingi 124,9, skrivar Hagstovan. 

Prísvøksturin á brennievni til at hita býli og til flutning er høvuðsorsøkin til hækkingina.

 

12 vørkubólkar kannaðir

12 vørubólkar eru brúktir, tá prístalið verður roknað.

Í tíggju teirra er prísurin vaksin seinasta árið.

Men vørubólkarnir matur og drekka og útbúgving kosta minni. 

 

Ikki síðani 2008

Hagstovan sigur, at vit skulu aftur til tíðina fyri fíggjarkreppuna í 2008 fyri at síggja eins stóran árligan vøkstur í brúkaraprístalinum sum nú.

Í fýra ár fyri koronufarsóttina var árliga broytingin í brúkaraprístalinum í Føroyum millum eitt og tvey prosent.

Í fjør var óbroytt árlig prísgongd.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026