Skipari dømdur 4 ár og 6 mánaðar fongsulsrevsing

09.03.2018 - 12:24
Innlendis›112
Skipari dømdur 4 ár og 6 mánaðar fongsulsrevsing
Skiparin á russiska trolarinum, Kaptain Sulimov, er dømdur 4 ár og 6 mánaðar fongsulsrevsing í samband við, at fýra mans doyðu umborð á trolarinum
Kaptain Sulimov kom inn á Sund, tí Føroyar var nærmasta land
Mynd: Kai Olsen  

Rætturin í Leniskii landspartinum í Murmansk hevur dømt skiparan á russiska trolaranum, Kaptain Sulimov, 4 ár og 6 mánaðar fongsul í sambandi við hendingina umborð á trolaranum, tá fýra av manningini doyðu av koliltueitran. 

Tað skrivar heimasíðan Murmanskiy vestnik.

Trolarin var staddur norðanfyri, í altjóða sjógvi, tá menninir doyðu, og nærmasta land var Føroyar, og tí kom trolarin inn á Sund.

Tað var í juli í fjør, at manningin varnaðist eld í rúminum, har pakningur varð goymdur.  Fýra av monnunum løgdu á at sløkkja eldin, men høvdu onga masku, og teir doyðu stutt eftir av koliltueitran.

Skiparin, Igor Postelnjak, er dømdur at verða 4 ár og 6 mánaðir í fangalegu, og sum eyka revsing kann hann ikki átaka sær ávísar uppgávur fyrr enn 3 ár eftir at hann er leyslatin. 

Skiparin varð í fyrstu atløgu skuldsettur fyri ikki at hava hildið ásetingarnar um verju av manningini, men seinni broytti russiska ákæruvaldið skuldsetingina til, at hann hevur brotið brunatrygdarreglurnar. 

Niels Erik Nymark Jensen, táverðandi chefpolitiinspektørur, tosaði við tíðindini á middegi. Tú kanst hoyra samrøðuna í brotinum omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952