Donsk arrogansa hóttir ríkisfelagsskapin

11.03.2018 - 14:35
Innlendis›Politikkur
Donsk arrogansa hóttir ríkisfelagsskapin
Garvaður vinstrapolitikari heldur, at tað eru serliga danskir fordómar og tann vantandi vitanin um Grønland og Føroyar, sum hótta ríkisfelagsskapin.

Ríkisfelagsskapurin millum Danmark, Grønland og Føroyar er í ov stóran mun merktur av, at danir eru harrafólk í felagsskapinum.

Tað heldur Bertel Haarder úr danska Vinstraflokkinum, sum mælir til eitt meira javnsett samstarv millum Danmark, Grønland og Føroyar í ríkisfelagskapinum.

Danir vita ov lítið

Hann heldur, at tað eru serliga danskir fordómar og tann vantandi vitanin um Grønland og Føroyar, sum hótta ríkisfelagsskapin.

- Alt ov nógvir danir eru ikki egnaðir at vera í einum ríkisfelagsskapi, og tað nívir meg. Og eg má mótmæla, tá vantandi vitanin flytur heilt inn í fólkatingið, skrivar hann í fororðunum til eina grønlendska kjakbók um ríkisfelagsskapin, sambært Sermitsiaq.

Mælir til yvirlýsing

Hann heldur, at londini í ríkisfelagsskapinum eiga at skriva eina felags yvirlýsing, sum ger greitt, at trý lond hava sjálvboðin valt at loysa nakrar uppgávur saman í einum felagskapi.

Og um tað skal bera til, so er ein donsk sjálvrannsakan neyðug, heldur hann.

HOYR SJÚRРSKAALE, FÓLKATINGSMANN FYRI JAVNAÐARFLOKKIN, GERA VIÐMERKINGAR TIL SJÓNARMIÐINI HJÁ BERTEL HARDER, FÓLKATINGSMANNI FYRI VINSTRA.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037