Fakfelagsgjaldið í súltukrukkuni

14.03.2018 - 12:10
InnlendisPolitikkur
Fakfelagsgjaldið í súltukrukkuni
Avtalan millum Sonju Jógvansdóttir og løgmann um skattafrádrátt fyri limagjøld í yrkisfeløgum er enn ein stór avbjóðing fyri samgonguna

Samgongan semist ikki um fíggingina, og tí liggur málið nú á triðja mánaði og savnar dust í Fíggjarnevndini. Einki røkist fyri, at uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu um at fakfelagslimir skulu kunna draga limagjaldið frá í skatti, kemur í aftur løgtingið í bræði.

Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini, vil hava fíggingina upp á pláss, áðrenn nakað álit verður gjørt, og samgongan hevur ikki gjørt nakra semju um, hvussu skattafrádrátturin skal fíggjast.

Avtala millum Sonju og løgmann

Trupulleikin við júst hesum uppskotinum er, at Sonja Jógvansdóttir, sum er uttanflokka, hevur eina avtalu við Aksel V. Johannesen, løgmann, um at fakfelagsgjaldið skal kunna dragast frá í skattinum, og at hetta er ein partur av kostnaðinum fyri hennara stuðul í løgtinginum fyri øðrum málum hjá samgonguni.

Men Ruth Vang úr Framsókn sigur, at so leingi eingir pengar eru komnir á borðið, og at semja er um fíggingina, ja, so verður einki álit gjørt:

Eingin trupulleiki at finna pengar

Sonja Jógvansdóttir hevur áður sagt, at hon sjálv ikki heldur, at tað er nakar trupulleiki at finna pengarnar til uppskotið. Eitt nú heldur hon, at tað ber til at gera ein millióningaskatt.

Men hesi uppskotini fær vinstrahalla uttanflokkatingkvinnan ikki borgarliga flokkin Framsókn at taka undir við, skilst á øllum brøgdum á Ruth Vang

Upprunaliga var uppskotið lagt fram í september í fjør. Tað fall í løgtinginum í desember, men eftirsum uppskotið hongur uppi í avtalu millum Sonju Jógvansdóttir og Aksel V. Johannesen, løgmann, so fekk uttanflokkatingkvinnan loyvi at leggja uppskotið framaftur 13. desember. Síðani heur tað ligið í súltikrukkunii Fíggjarnevndini.

Hoyr innslagið omanfyri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221