Enniberg havt vakmyndatól í 28 ár

19.03.2018 - 12:28
Innlendis›Samfelag
Enniberg havt vakmyndatól í 28 ár
Hava vit gjørt eitt mistak, verður tað rættað, sigur reiðarin á flakatrolaranum Ennibergi, nú gjørt er vart við vakmyndatól í verksmiðjuni umborð

Enniberg hevur havt vakmyndatól á dekkinum síðani skipið kom fyri 28 árum síðani. Tað sigur Kaj Johannesen, reiðari á Ennibergi. 

Tað var eftir áheitan frá arbeiðsformonnum á Ennibergi, at vakmyndatól vórðu sett upp í verksmiðjuni. Slík tól lætta nógv um arbeiðsgongdina.

Bara skiparin og stýrimenn síggja upptøkurnar, og tær verða ikki goymdar, sigur Kaj Johannesen. Og hann leggur afturat, at hava tey í reiðarínum gjørt ein fótfeil, sum hann tekur til, so verður hann rættaður.

Skulu boða frá myndatólum

Dátueftirlitið hevur onga formliga kæru fingið um vakmyndatólini á verksmiðjuni á flakatrolaranum Ennibergi og fær tí einki sagt um málið sum er. Men Dátueftirlitið kann taka mál upp av sínum eintingum.

Eingin má seta upp og tendra vakmyndatól uttan fyrst at boða Dátueftirlitinum frá.

Ein í manningini á Ennibergi, sum undirskrivar seg "ein av gott 40 monnum, ið er undir eftirliti hjá P/F Ennibergi" sendi í gjárkvøldið eina kunning til Fiskimannafelagið, Fiskimálaráðið og fjølmiðlarnar um vakmyndatól á fabrikkini á Ennibergi.

Tá mannningin mynstraði 24. januar, vóru vakmyndatól sett upp ymsa staðni á fabrikkini millum annað yvir skráskerarunum, yvir reinskeringarborðunum og yvir pakkiborðinum. 

Hetta hendi, uttan at manningin fekk nakað at vita um tað frammundan og uttan at nøkur kunning er um hví, og um hvør hevur atgongd til myndirnar, stendur í almannakunngjørdu kunningini.

Vilja síggja, hvat hendir

Mortan Johannesen, sum var reiðari á Ennibergi, váttar á Vágaportalinum, at vakmyndatólini eru har fyri at skiparin kann síggja, hvat hendir umborð. 

Hann sigur eisini, at neyðugu loyvini eru við at koma undir land. 

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at hann í morgun hevur skrivað til Dátueftirlitið og biðið um, at vakmyndatólini verða tikin niður, áðrenn Enniberg fer nýggjan túr í morgin.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at hann fer at hyggja upp á brævið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751