Politiska støðan spent

20.03.2018 - 12:06
Innlendis›Politikkur
Politiska støðan spent
Løgtingsmálini í fíggjarnevndini hópa seg upp, men enn eru ikki útlit fyri, at mál koma úr aftur nevndini til aðru viðgerð í tingsalinum

Tøppur er í tingarbeiðnum. Vanliga verða mál beind í nevnd eftir fyrstu viðgerð. Síðani koma mál úr aftur nevnd til aðru viðgerð, og tá skulu eitt ella fleiri álit ella tilmæli fylgja við.

Men løgtingsfíggjarnevndin er vorðin ein fløskuhálsur, tí nú sita heili 22 mál føst í nevndini.

Kristin vil hava meiriluta

Orsøkin er, at Kristin Michelsen, sum situr í fíggjarnevndini, ikki vil seta sína undirskrift undir nakað álit, fyrr enn løgmaður hjálpir Kristin Michelsen at fáa meiriluta aftur í Tvøroyrar býráð.

Hetta vil løgmaður ikki, og tí hevur ein kommunupolitisk ósemja nú fingið beinleiðis avleiðingar fyri tingarbeiðið.

Og tað hevur fingið øði í Ruth Vang, forkvinnu í fíggjarnevndini. Eisini Pauli Trond Petersen úr Tjóðveldi finst hvassliga at framferðini hjá Kristin Michelsen.

Hoyr innslagið omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541